Enn eina ferð er grót rapað oman á Tjørnuvíkarvegin. Hesi ferð hendi omanlopið av Hægstafjalli sunnumorgunin, og eftir lógu stórir klettar á vegnum í líðini oman til Tjørnuvíkar, úr tí tey kalla Miðgrótið.
Slíkt elvir til ampa hjá teimum, sum dag og dagliga ferðast eftir Tjørnuvíkarvegnum. Í mong ár hevur verið tosað og skrivað um trupulleikan, men ásannast má, at enn eru viðurskiftini langt frá í lagi.
Hóast Landsverk hevur sett trygdarhegn upp fram við vegnum oman til bygdina, kann staðfestast, at hegnið heldur ikki fyri øllum tí gróti, sum loysnar oman fyri. Kim Durhuus, borgarstjóri í Sunda Kommunu, fer tí at seta seg í samband við avvarðandi myndugleika um hesi viðurskifti, og arbeiða fyri, at bøtt verðaur um trygdina. Hann vónar, at landsmyndugleikarnir vilja taka ætlanirnar um tunnil til Tjørnuvíkar fram aftur, og geva hesum hægstu raðfesting.
Ætlanirnar um tunnil hava annars javnar verið umrøddar, og okkum kunnugt eru forkanningar gjørdar í hesum sambandi. Tað átti tí at verið lagað manni, at arbeitt víðari við tunnilsætlanini, nú tað má ásannast, at hegnið tíverri ikki hevur víst seg at vera nøkur nøktandi loysn.
|