Snotulig træbrúgv er nú gjørd um Lagánna, ið rennur oman gjøgnum Hósvíks bygd. Tað hevur longi verið eitt ynski millum bygdafólkið at fáa eina trygga farleið um ánna, niðri við ósan, og einum virkin áhugabólkur av hósvíkingum fekk gongd á málið fyrr í ár.
Umsjónarmenn hjá kommununi hava smíðað 26 metra longu brúnna, sum Teknistovan A3 hevur teknað. Avtalað er, at áhugabólkurin tekur sær av arbeiðnum at gera gøtur til brúnna. Hesar gøtur verða lagdar fram við áarbakkanum, frá Neystavegi norðanfyri til neystini og bátahylin sunnarfyri. Eftir ætlan verða ljós sett upp fram við gøtunum í summar.
Nú fólk fara at njóta frítíð og vónandi góðar summardagar, fara helst mong at leggja leiðina fram við vakra umhvørvinum í Hósvík, har brúgvin nú stendur sum eitt prýðiligt dømi um gott samstarv millum kommununa og bygdafólkið.
 |