23. juni 2010
Barnakarnevalur við Margáir
Dagstovnurin við Kráir skipar  saman við barna- og ungdómsdeildini hjá EB/Streymi  fyri barnakarnevali við Margáir fríggjadagin 25. juni frá kl. 15.00 – 18.00.

Børn elska at spæla, syngja, dansa og annars at upptraðka við ymiskum. Tey hava fyrimyndir (idolir) – alt frá Halló Kitty, prinsessir og riddarar til Vodafone deildina hjá EB/Streymi. Hetta síggja tey dagliga, sum samstarva við børn. Alt hetta til samans hevur gjørt tað, at dagstovnurin fer í holt við at skipa fyri einum barnakarnevali, sum er sprottin úr sporunum hjá børnunum hjá okkum. Í øllum aldri síggja vit tey vera upptikin av hesum, alt eftir hvørjum aldri barnið er í. Starvsfólkini hava samlað sporini saman, soleiðis at hvørt einstakt barn kemur at kenna seg aftur í aktivitetunum.

Dagstovnurin við Kráir húsast í tveimum húsum. Vøggustovan og barnagarðurin er við Kráir, meðan Frítíðarskúlin húsast í felgshølunum við Margáir. Hetta merkir, at dagstovnurin í tí dagliga samstarvar við Eb/Streym um høli og annað, og hava tey nú gjørt eina avtalu um at samstarva um ein barnakarneval, sum skal vera fyri øll børnini:

- Endamálið við, at vit vaksnu hava sett okkum fyri at gera hetta til eitt so stórt tiltak, er, at vit halda, at vit hava umstøður til tess. Vit hava vaksið fólk við nógvum ymiskum førleikum, sum vit ynskja at gera brúk av. Vit ynskja fyri børnini, at tað hendir nakað á “teirra” heimstaði, at tað vóru vaksin fólk í teirra kommunu, sum gjørdu tað stuttligt, mennandi og lærandi at vera har. Vit ynskja at gerast heimskend í Føroyum fyri at samansjóða og seta fokus á eitt gott og stuttligt barnalív, eins og vit hava gjørt tað við EB/Streymi.
Tiltakið verður á og rundan um vøllin. Ætlanin er at sperra vegin av við húsini hjá Heðini Zachariassen. Skráin verður fjølbroytt, á vøllinum verur ein stórur pallur settur upp, har ymiskt tónleikalistarligt fer fram gjøgnum dagin.Har verður  fótbóltur og aðrar kappingar, kassabilar, ponyríðing og onnur skemtingarlig tiltøk. Á parkeringsøkinum er ætlanin at hava tiltøk, ið hava nakað við almennar hjálpitænastur at gera, so sum politi, sløkkilið og  sjúkrabili. Eisini verða aðrir bilar, traktorar og maskinir sýndar fram.

Eisini verður høvi til at keypa sær ein kaffi/the munn við vaflum, eins og tað eisini verður møguleiki fyri at keypa sær okkurt til matna.

Tiltakið byrjar kl. 15.00, tá fer skrúðgonga við øllum luttakarunum frá Kráir og fram til Margáir.
Atgongumerkir á kr. 50,- fáast við  Kráir og við inngongdina.

Dagstovnarnir, sum vera við, eru allir í ymiskum  litríkum blusum, so tað verður ein flott sjón, tá skrúðgongan fer ígjøgnum bygdirnar.

Nýggjur leiðari á sosialu deild - Týsdagur 31. august 2010
Merkisdagur - Týsdagur 24. august 2010
Mentanarvika í Sunda Kommunu - Fríggjadagur 20. august 2010
Frítíðarhúsini við Gjógv skjótt veruleiki - 15. juli 2010
Brúgv um Lagá - 15. juni 2010
Ótryggleiki á Tjørnuvíkarvegnum - 8. juni 2010
Ung í arbeiði 2010 - 31. mei 2010
Altjóða ár fyri margfeldi - 27.05.2010
Rørsludagur - 26.05.2010
Ruddingardagur 2010 - 18.mei 2010
Tivoli- og marknaðardagur - 26. apríl 2010
Framsýning hjá frítíðarundirvísingini - 22. apríl 2010
Nýtsla av landstreymi - 16. apríl 2010
Ikki so vánaligt kortini  - 13. apríl 2010
Nú hava vit eitt býráð  - 24. mars 2010
Tónleikarar á veg  - 18. mars 2010
Brúgvin um Streymin sum nýggj  - 16. mars 2010
Kavin órógvar  - 5. mars 2010
Stuðulsflogbóltur - 2. mars 2010
Amnesty kunnar  - 26. februar 2010
Byggilist á bókasavninum  - 16. februar 2010
Karmar fyri virknum eldraárum  - 15. februar 2010
Broytingartíðir á skúlaøkinum - 27. januar 2010
RÓKUR OPEN á Oyrarbakka  - 15. januar 2010