Ætlanin at byggja frítíðarhús við Gjógv er umsíðir komin so mikið áleiðis, at farast kann til verka.
Á fundi í gjárkvøldið millum kommununa og tey, sum ynskja grundskykki í útstykkingarætlanini “Fornagarður” kom fram, at bygginevnd nú verður sett, og at arbeiðið at gera lendið byggibúgvið verður boðið út seinni henda mánaðin. Í bygginevndina fara tvey umboð fyri eigararnar og eitt umboð fyri Sunda Kommunu at sita. Væntandi kunnu tey fyrstu fáa møguleikan at byggja longu í novembur í ár.
Eigararnir fara at taka seg saman í felag á fundi í august mánaði.
Stórur áhugi er fyri at byggja frítíðarhús við Gjógv, og kommunan hevur seinnu árini havt eini hálvt hundrað fólk standandi á bíðilista. Byggibúningin, sum kommunan nú fer í holt við, gevur pláss fyri 16 til 19 smáum húsum, og tí er ikki óhugsandi, at meira verður bygt seinni, sigur Kim Durhuus, borgarstjóri.
Prísurin fyri grundstykkini, sum eru 60 fermetrar til støddar, liggur millum 135 og 195 tús. krónur, alt eftir, um garður er um húsini. Við hesum prísi er fíggjarligt grundarlag hjá kommununi at fáa byggiætlanina útinta, og væntað verður samstundis, at nýggi býlingurin av frítíðarhúsum fer at skapa lív og menning við Gjógv, har fólkatalið, sum á smáplássum flest, tíverri er minkað rættiliga nógv seinnu árini.
|