 |
|
|
|
|
|
 |
|
Ein virkin frítíð
Tað er av stórum týdningi, at umstøður eru fyri einum fjøltáttaðum
frítíðarvirksemi í Sunda kommunu. Ítróttarfeløgini og áhugafeløgini eru
fleiri, og lívið úti á bygd gevur møguleikar fyri einum innihaldsríkum
gerandisdegi á so mangan hátt, har ein fæst við tað ítriv, sum hugur er
til.
Tað ber eisini til at nýta ein part av frítíðini í vetrarhálvuni til
at læra nakað nýtt, ganga til fimleik í kvøldskúlanum ella taka lut í
øðrum mentanartiltøkum. Sundakórið hevur verið virkið í nøkur ár og
venur regluliga í vetrarhálvuni. Kommunan leggur stóran dent á, at
borgararnir fáa tilboð, sum hava teirra serliga áhuga.
Sunda kommuna fer at virka fyri, at frítíðar- og trivnaðarøkið kann
mennast og gerast enn fjølbroyttari, í samsvari við tey ynski, sum eru
hjá fólki í Sundalagnum.
|
|
 |
|
 |
|
Kalendari
|
|
|
 |
|
Kunning
|
|
|
 |
|
|
|
|
|
|
|
 |
 |
|
 |
| Innrita
|
|