Heðin nýggjur borgarstjóri

Á fundi í gjárkvøldið skipaði nývalda býráðið í Sunda Kommunu seg við Heðin Zachariasen sum borgarstjóra. Varaborgarstjóri verður Sonni Samuelsen. 

 

 

Heðin Zachariasen hevur drúgvar royndir, bæði í kommunu- og landspolitikki. Hann var eisini fyrsti borgarstjórin í nýggju samanløgdu Sunda Kommunu frá 2005-2008, men stillaði ikki uppaftur til seinasta val. Við valið týsdagin var hann fyrstvaldur við 176 atkvøðum. Sonni Samuelsen lá á einum tryggum øðrum plássi við 97 atkvøðum. 

 

Hini, ið manna nýggja býráðið, eru: Hans David Dam, Asbjørn Djurhuus, Elias Hammer, Thordis Dahl Hansen, Trygvi K. Joensen, Ulla Joensen, Sofus Debes Johannesen, Eyðgerð Mørkøre Kruse og Magnus Pauli Dahl-Olsen. 

 

Nevndarsessirnir verða býttir soleiðis: 

 

Fíggjarnevnd 

Heðin Zachariasen, formaður 

Hans David Dam 

Ulla Joensen 

Eyðgerð Mørkøre Kruse 

Magnus Pauli Dahl-Olsen 

 

Byggi-/ býarskipanarnevnd 

Sonni Samuelsen , formaður 

Hans David Dam, næstformaður 

Elias Hammer 

Eyðgerð Mørkøre Kruse 

Magus Pauli Dahl-Olsen 

 

Umhvørvisnevnd 

Elias Hammer, formaður 

Asbjørn Djurhuus, næstformaður 

Thordis Dahl Hansen 

 

Mentunarnevnd 

Thordis Dahl Hansen, formaður 

Sofus Debes Johannesen, næstformaður 

Ulla Joensen 

 

Sosiala nevnd 

Asbjørn Djurhuus , formaður 

Sonni Samuelsen, næstformaður 

Trygvi K. Joensen

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00