Savna upplýsingar um eigarar

Farið verður nú undir at savna saman upplýsingar um sethúsini, sum bygd eru í Hvalvík og Streymnesi eftir 1980.

Tað er Sjúrður Ferjá sum stendur fyri skrásetingunum, sum koma at liggja inn á kortinum um staðarnøvn sunda.kort.fo.

Kommunan heitir tí á húsaeigarar í hesum bygdum um at senda upplýsingar inn til sunda@sunda.fo ella koma inn á skrivstovuna við teimum. 

Ynski er at fáa at vita:

- Hvør eigur húsið

- Hvør bygdi húsið, navn, eftirnavn og gentunavn

- Árstal fyri tá husini vórðu bygd

- Hvør smíðaði húsini

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00