Bókaframløga á Sunda bókasavni

Hóskvøldið 23. november kl. 17.00 verður nýggja føroyska barnabókin "Alvi og glitursuttan" løgd fram á Sunda Bókasavni.
Stutt um bókina kann sigast, at ein lítil genta ynskir sær eina heilt serliga suttu. Trølladrongurin Alvi er tann, ið skal leggja suttuna í postkassan hjá gentuni, men tað er ikki so lætt, sum mann skuldi trúð. Tí er gott at fáa hjálp frá nýggjum og óvæntaðum vinum.

Laura Dam Joensen hevur skrivað og Olga Kruse hevur myndprýtt bókina. Hanna Flóvinsdóttir fer at lesa og bókin fæst fyri kr 110,- til tiltakið. Vanligur prísur er kr 139,-

Kaffi og okkurt leskiligt verður at fáa umframt sunkist til børnini. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Sunda Bókasavn.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00