Kavarudding

Kommunan tekur sær av kavarudding og salting á kommunalu vegunum. Kommunan eigur ein saltbil og hevur samstarvsavtalu við veitara um graving við maskinu.

Ábyrgd av kavaruddingini hevur arbeiðsformaðurin í Veitingareindini.

Í vanligum kavaveðri verður grivið eftir hesi raðfesting:

1. Streymnes, skúlabrekkan og busssteðgipláss
2. Vegirnar til dagstovn og skúlar á Oyrarbakka
3. Vegirnar til dagstovn og skúlan í Hvalvík
4. Hósvík
4. aðrir kommunalir vegir

Kommunan hevur ábyrgdina av salting av øllum kommunalum vegum. Kassar við salti í verða settir við brekkur. Heldur tú, at tørvur er á saltkassa í tínum grannalag, set teg so í samband við kommununa á tlf: 667271.

Eru spurningar ella áheitanir viðvíkjandi kavarudding í Sunda kommunu, eru borgara vælkomnir at venda sær til kommunuskrivstovuna á tlf.: 667271.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00