Kingo-bólkurin 20 ár

Kingo-bólkurin kundi sunnudagin hátíðarhalda 20 ára stovningardag. Dagurin varð fejraður við manér.
Fyrst varð boðið til løtu í kirkjuni har kingobólkurin framførdi, prestur hevði andakt og sálmar vórðu sungnir. Síðani fóru øll inn í bygdina har jólatræið varð tendrað. Jólamaðurin vitjaði og hevði pakkar við til børnini.

Síðani vóru øll boðin til borðhald í bygdarhúsinum har nógv skemtilig innsløg vóru á skránni og fleiri nýttu høvið at ynskja kingo-bólkinum tillukku.

Kingo-bólkurin varð stovnaður í 1997 og hevur í trúfesti móti siðaarvinum hevur varðveitt aldargamlan mentanarligan dýrgrip. Kingo-bólkurin er rættiliga virkin og hevur fleiri ferðir havt framførslur í heimlandinum hjá mæta sálmaskaldinum Thomas Kingo (1634-1703), og stórliga fagnaður har.

Sunda kommuna ynskir kingo-bólkinum hjartaliga tillukku við degnum.

Myndir frá degnum síggjast her:

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00