Fíggjarleiðari settur í Sunda kommunu

Á býráðsfundi 27. november samtykti býráðið einmælt at fylgja tilmælinum frá setanarbólkinum og seta Eyðun Kjølbro sum fíggjarleiðara.

Eyðun er útbúgvin HD í fígging frá Copenhagen Business School. Hann hevur arbeitt í bankavinnuni í 22 ár, harav mong ár sum undirstjóri og kredittleiðari í Norðoya Sparikassa. Eyðun, ið er 45 ár og búsitandi í Klaksvík, byrjar í starvinum 1.mars 2018.

Vit ynskja Eyðun tillukku við starvinum og bjóða honum vælkomin í starvsfólkahópin hjá Sunda kommunu.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00