Streymur - Kvik 2017

Leygardagin 9. desember verður á fyrsta sinni skipað fyri talvkapping í ítróttarhúsinum við Margáir í Streymnesi.

Kappingin er partur av Grand Prix kappingunum hjá Talv Samband Føroya, har øll eru vælkomin at luttaka. Bæði roynd og óroynd.

Undir kappingini verður møguligt at keypa nýggju bókina “Í framlopi”, sum er um leiðina hjá Helga Dam Ziska til stórmeistaraheitið. Kappingin byrjar leygardagin 9. desember kl. 11.00.

Telvað verða 7 umfør. Tíð: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

1. virðisløn 1.200 kr. 

2. virðisløn 800 kr.

3. virðisløn 400 kr.

2 x ratingvirðislønir 300 kr.

Luttøkugjaldið: 100 kr. Skal gjaldast á staðnum.

Tilmelding: Meldið til hjá Rógva Egilstoft Nielsen á tlf. 271404 ella kappingarleidarin@faroechess.com Tilmeldingarfreistin er fríggjakvøldið 8. desember kl. 20.00.

Tilmeldingar higartil síggjast her: http://chess-results.com/tnr317292.aspx?lan=7

Møtið fjølment !

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00