Jól á Neystavegi 3

Mánadagin 18. desember frá kl.18.00-21.00 fært tú møguleikan at koma á gátt í hugnaligu húsunum hjá Magninu og Rasmusi Olsen, á Neystavegi 3, í Streymnesi.

Vit eru í jólahýri og hava prýtt húsini innan og fara at selja ymiskt heimagjørt. Endamálið er, at skapa góðan hugna og gleða fólk, men vit vilja eisini stuðla ætlanini um nýtt kirkjuhús við eini peningagávu.

Kostnaður fyri at koma á gátt henda dag er 20 kr./persón. Tá er kaffi/te og smákøkur afturvið íroknað.

Vit ynskja at børn koma saman við vaksnum.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00