Sunda kommuna á Jobmatch

Sunda kommuna fer aftur í ár at luttaka á Jobmatch sum verður í Norðurlandahúsinum 28. desember. 

 

Vit eru í vøkstri. Her eru nógv arbeiðspláss innan eitt nú sjóvinnu, aling, handil eins og almennar stovnar. Vit arbeiða miðvíst fyri, at fjálga um vinnulívið.

Vit vera á bási nr. 40 í Skálanum.

Kundi tú hugsa tær at verði við til at ment okkara kommunu í framtíðini? Vit geva tær møguleikan í Sunda kommunu. Bílegg tær prát við okkum á www.jobmatch.fo.

2 lestrarstørv á Teknisku deild

Vit sóknast dugnaligum og ágrýtnum lesandi til lestrarstørv til Teknisku deild. Vit hava tvey ymisk starvsøkir vit mangla fólk til:

Byggisamtykt
At gera uppskot til nýggja byggisamtykt fyri Sunda kommunu, at gera uppskot til býarplan fyri Sunda kommunu.
Løggilding av vatnveitingarskipanunum
At gera lýsing av vatnveitingarskipanunum, innaneftirlitsskipanum umframt sýnistøku- og kanningarætlan og vandamálsgreining.

Um teg
Tú ert lesandi og ynskir at sameina hægri lestur og eitt viðkomandi lestrarstarv. Vit ynskja at tú ert undir útbúgving sum arkitektur, verkfrøðingur ella biologur umframt at tú ert stinn/ur í føroyskum máli.
Tað er ein fyrimunur um tú hevur lokið grundútbúgving á bachelor-stigi. Starvslesturin kann, um tín útbúgvingarstovnur góðtekur tað, eisini gerast partur av tíni útbúgving.

Vit bjóða
Eitt spennandi starv í eini kommunu í menning. Starvið gevur innlit í nógv viðurskifti á byggitekniska økinum og innan býarætlanarvirksemi. Starvs staðurin er á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka og vit ímynda okkum, at tú kanst arbeiða 25-30 tímar um vikuna. Starvstíðin er 3 mánaðir við møguleika fyri at leingja. Lestrarstarvið verður skipað eftir galdandi reglum um starvslesandi á staðnum, við m.a. trúnaðarreglum og samsýning.

Umsókn
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Súna Christiansen Tekniska leiðara á 667220 ella suni@sunda.fo.
Skrivlig umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi prógvum skal vera Sunda kommunu í hendi í seinasta lagið mánadagin 16. januar 2017. Umsóknin skal sendast til sunda@sunda.fo og viðmerkjast Starvslesandi. Starvið verður sett 1. februar 2017, ella eftir nærri avtalu.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00