Enn eru nøkur pláss tøk

Enn eru nøkur pláss tøk til tvær av lærugreinunum, sum verða bjóðaðar út í vár.

Kunning um skeiðini sæst her.

Onnur er fimleikur, týskvøld í fimleikarhøllini í Skúlanum við Streymin. Skeiðið er fyrst og fremst eitt styrkivenjingarskeið, har arbeitt verður systematiskt við ymisku vøddunum. Harumframt verður nógv stutttíðarrenning millum ymisku vøddavenjingarnar. Skeiðið er skipað gjøgnum tíðarintervall heldur enn avriksmál, soleiðis at einhvør kann laga arbeiðsstigið til sín egna form og dagsform. Skeiðið er fyri bæði kvinnur og menn. Sámal Matras Kristiansen er lærari.

Hitt skeiðið er Listamáling, mikukvøld í Skúlanum í Bø í Haldórsvík. Jóannes hevur hollar royndir sum málari og kemur at hava eitt kveikjandi skeið har næmingurin er í centrum og fær góða vegleiðing. 

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til sunda@sunda.fo ella við at ringja til tlf.:667271 innan mánadagin 15. januar 2018. Tá goldið er ert tú tilmeldað/ur. 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00