Nýggj avtala gjørd um líkflutning

Býráðið samtykti í desember, at taka av tilboðið um líkflutning frá fyritøkuni Seinasta Heilsan, ið hevur heimstað við Norðskála. 

Avtalan kemur í gildi 1. februar 2018 og heldur á í 5 ár, tó er fyrsta árið eitt royndarár. Tænastan sum kommunan hevur gjørt avtalu um umfatar bert líkkoyring.

Seinasta heilsan er nýggj fyritøka sum Haraldur S. Hansen úr Hvalvík hevur. Haraldur er kendur vinnulívsmaður og hevur umframt fyritøkuna Seinasta Heilsan, eisini handilin Blómuhúsið og fyritøkuna Urtagarðstænastan. 

Um fyritøkuna Seinasta Heilsan sigur Haraldur soleiðis: "Tí at her kann eg skapa tryggleika um tað, sum viðhvørt er tann torførasta støðan, ein familja hevur staðið í. Tá ið tit seta tykkum í samband við ”Seinastu heilsan”, vita tit, at alt verður gjørt av einslistum, við virðing, við dygd og við umsorgan fyri tí, sum er best fyri familjuna og soleiðis sum familjan ynskir sær tað."

Umframt koyring við líkvogni hava avvarandi eisini møguleika at bíleggja kistu, sanghefti og aðra gravarhjálp í sambandi við eina jarðarferð. Meira kunning um tænastur frá Seinsta Heilsan fæst á www.sh.fo. Aðrar tænastur tænastur enn koyring gjalda borgarir sjálvir fyri.

Myndin er tikin tá avtalan varð undirskrivað.

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00