Almenn móttøka

Mikukvøldið 11. apríl kl. 19.00 verður skipað fyri almennari móttøku í Bygdarhúsinum við Gjógv í sambandi við, at Asfinn Sigvardsen letur úr hondum stóra arbeiðið at savna og skráseta bøstykkini í bygdini.  

Gjógv er ognarbygd burturav, og hevur hetta ført tað við sær, at við arvaskiftir er bøurin lutaður sundur í smærri og smærri stykkir, soleiðis at í 1986 var talið komið heilt upp á 2056 bøstykkir (lutir). Øll bøstykkini og allir lutir innangarðs eru nú skrásett, og eru upplýsingarnar nú tøkar fyri almenninginum á alnetinum.
Tað er Asfinn Sigvardsen, fyrrverandi lærari, sum hevur gjørt arbeiðið. Tilfarið er savnað saman í fleiri áratíggju. Ásfinn hevur tosað við eigararnar og soleiðis savnað saman allar upplýsingarnar, skrásett eigarar, skrivað frágreiðingar og tikið myndir. Sethúsini og allir bygningar annars eru somuleiðis eisini við.
Stuðlar til verkætlanina hava verið Sunda kommuna, tann gamla Gjáar kommuna, Bakkafrost og Betri.

Verkætlanin verður løgd fram í Bygdarhúsinum við Gjógv mikukvøldið 11. apríl, kl.19.00.

Øll eru hjartaliga vælkomin. Eftir móttøkuna verður leskiligt ábit á Gjáargarði.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00