Camping- og tjaldingarøkið letur upp

Leygardagin 7. apríl letur Campingøkið Flatnagarður við Gjógv upp.
Til ber at bíleggja sær pláss við at ringja til Gjáargarð á telefon 423171 ella gjøgnum heimasíðuna www.campingbygjogv.com.
Á Flatnagarði eru 22 pláss um framt pláss at tjalda. Á økinum er snotuligur bygningur við vesi, brúsu, vaskimaskinu og turkitrumlu. Frítt internet er eisini. Við Gjógv ber til at taka sær av løttum, ganga túrar, spæla á Lítlafløtti, eta góðan mat og njóta ljósini í Gjónni um kvøldarnar.
Kampingøkið Flatnagarður er opið til 1. september.