Hegnsýnið nýtir nú teldil

Í longri tíð hevur hegnsýnið í Sunda kommunu arbeitt við at skráseta hvar bøgarðarnir eru og hvør eigur at halda teir.

Í dag varð komið so mikið væl áleiðis, at hegnsýnið fer at sýna garðarnar við teldli. 

Av teimum 11 bygdunum, sum eru í kommununi, er bara Hósvík vetrarfriðað. Tískil er arbeiðið hjá hegnsýnisnevndini umfatandi. Vónandi fer nýggja tøknin at lætta um. 

Kortið og forritini sum brúkt hevur fyritøkan Munin útvegað. Ætlanin er, at innan heilt stutta tíð skulu upplýsingar um hvar bøgarðarnir eru og hvør eigur at halda liggja tøkir hjá øllum at síggja á heimasíðuni hjá kommununi.

Á myndini síggjast tveir av limunum í hegnsýnisnevndini, nevniliga Hans Andreas Dahl og formaðurin Gunnar Joensen saman við borgarstjóranum Heðin Zachariasen.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00