Skøran skal týnast

Aftur í ár ætlar Sunda kommuna at fara í herna ímóti Garðsskøruni.

Garðsskøran er frá byrjan av innfutt til Føroyar sum ein urtagarðsplanta. Hon nørist sera væl og spjaðir seg bæði við rót og fræi. Har hon veksur, køvur hon allan annan vøkstur og yvurtekur økið. Tað er tí ikki ynskiligt at hon sleppur at spjaða seg út í okkara náttúru. Fer plantan út í hagan so kann hon spjaða seg púra ótarnað tí at seyður og stórkríatúr eta hana ikki.

Ætlanin er at sproyta við gift so skjótt sum til ber. Tað skal vera turt og hitin skal vera omanfyri 8 hitastig. Plantugiftin er ein systemgift sum plantan bert upptekur í gjøgnum bløðini, fer so niður í rótina og drepur plantuna.

Garðsskøran blómar vanliga í juni mánað. Ynskiligt hevði verðið at kunnað sproytað hana áðrenn hon blomstrar og setur fræ sum spjaðist við vindinum, men av tí at tað er so kalt og vátt í ár, vænta vit ikki at koma runt allastaðni áðrenn hon blomstrar. Tí vil kommunan biðja borgarar um at hjálpa til við at klippa blómunar av (ikki bløðini) og burturbeina tær sum affall, ið skal brennast.

Kommuna fer í hesum sambandi at spyrja borgarar, um teir ynskja at fáa hjálp til at burturbeina Garðsskøruna inni á egnum stykki. Tey ið ynskja at taka av hesum tilboðið, kunnu venda sær til kommunuskrivstovuna á tlf 667271. 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00