Fríðtíðarundirvísing í vetur - enn er pláss

Enn eru nøkur pláss eftir til frítíðarundirvísing í vetur. Eisini eru tvær lærugreinar fyri børn komnar afturat.

Faldarin fyri veturin 2018-2019 sæst her.

Umframt hesar lærugreinar eru eisini 2 aðrar lærugreinar fyri børn og ung:

Undirvísing í klaver spæli í Hósvíkar skúla fríggjadag frá kl.15.00. Undirvísari er Árni av Reyni. Kostnaður er 100 kr. Undirvísingin byrjar eftir heystfrítíðina.

Undirvísing í gittarspæli hósdag frá kl.15.00 í Hvalvíkar skúla. Undirvísari er Jón Magnus Joensen. Undirvísingin byrjar eftir heystfrítíðina.

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til sunda@sunda.fo ella við at ringja til tlf. 667271. Tá goldið er, ert tú tilmeldað/ur.

Endamálið við hesum tilboðum er stimbra hvønn einstakan at menna sínar førleikar innan ymisk øki, umframt at gera sítt til, at stuðla upp undir lívslongu læringina.

Kommunan samskipar útbúgvingartilboðini við støði í teimum ynskjum og tí tørvi, sum er í kommununi. Leiðari fyri frítíðarundirvísingina er Elspa Petersen, tlf. 281296.

Faldarin verður borin í hvørt hús í kommununi um heysti umframt og lýstur á her á heimasíðuni. Várskeið verða lýst her á heimasíðuni.

Øll undirvísing er treytað av nóg stórar undirtøku og góðkenning mynduleikanna.

Leiðreglur fyri Frítíðarundirvísingina í Sunda kommunu. Samtyktar á býráðsfundi 26.02.2018.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00