Vælkomin til mentanardagar 2018

September er hendingaríkur mánaður hjá okkum. Tá fagna vit mentanina í okkara bygdum. Í ár hava vit valt, at trivnaður og hugni skulu seta dám á mentanardagarnar.

Skráin fyri mentanardagar 2018 sæst her.

Vit seta sjóneykuna á heimsmálini hjá ST til setanarkvøldið. Vit fara at hugna okkum saman til stóra morgunmatarborðið í Hósvík, og so verður eisini fyri fyrstu ferð Bamsurenning, sum kommunan saman við Barnabata skipar fyri.

Kommunan hevur í ár varpað ljós á sálarliga heilsu. Vit eru partur av ABC-fyri sálarliga heilsu, sum Fólkaheilsuráðið stendur fyri. Sálarlig heilsa snýr seg um trivnað og at virka væl í gerandisdegnum – um alt tað, ið gevur lívinum meining, gleði og virði. Við boðskapinum Ver virkin! Ver saman! Ver hugbundin! vísa vit á, hvussu tað ber til at styrkja sálarligu heilsuna.

Mantanardagarnir eru gott høvi at koma út, vera saman og vera hugbundin um eitt hvørt. Latið okkum hesar dagar raðfesta felagsskapin, hugnan og njóta mongu mentanarligu tiltøkini, sum eru í okkara kommunu.

Hetta er eisini eitt gott høvi at vitja aðrar bygdir í kommununi. Vit eru øll ymisk, men partur av Sunda kommunu.

Eg vil vegna býráðið bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin til mentanardagar
2018.

Heðin Zachariasen, borgarstjóri.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00