Skúlabyggingin gongur væl

Størsta byggiverkætlan í Sunda kommunu nakrantíð er nú veruliga farin at síggjast í landslagnum.

Fyrr í mánaðanum varð dekk lagt á skúlan og verður hann væntandi innilokaður um jóltíðir í ár. Skúlin og ítróttarhøllin eru mett at kostað áleið 95 milliónir og verður tað fíggjað við lántøku og yvir raksturin.

Skúlin og ítróttarhøllin skulu eftir ætlan takast í brúk um ársskiftið 2019/2020, og tá fáa borgarar í kommununi ein nútímans skúla við øllum hentleikum umframt stásiliga ítróttarhøll, sum er tann fyrsta í kommununi.

Nýggjar myndir verða leypandi lagdar út á heimasíðuna og kunnu síggjast her.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00