Burturbeining av leivdum frá fletting

Í samband við slaktið er umhvørvisplássið við Streymin eisini opið mánadagar í oktober. tað vil siga 1.oktober, 8.oktober, 15.oktober, 22.oktober og 29. oktober.

Í oktobur er umhvørvisplássið við Streymin er opið soleiðis:

mánadag 14:00-16:00

týsdag, hósdag og fríggjadag 14:00-16:00

mikudag 14:00-18:00

leygardag 13:00-17:00

Sunda kommuna

Og skalt tú fletta, les so hetta!
Visti tú, at leivdir frá fletting dálka ser illa? Og visti tú, at tað, sum dálkar eina mest at brenna hjá IRF, eru seyðaskinn? Av hesi orsøk verður heitt á fólk, um at lata seyðaskinn til endurnýtslu hjá góðkendum móttakara. Lesið meira um hetta á heimusíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Visti tú eisini av, at tá ið IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, so viðførir tað dálkandi útlát frá skorsteininum?

Tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyri umhvørvið, at leivdirnar verða burturbeindar á rættan hátt.

Soleiðis verjir tú umhvørvið:
– Lat seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu — tað dálkar illa at brenna tey. Sí nærri kunning hesum viðvíkjandi á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
– Tøm vemburnar — tað dálkar at brenna fullar vembur.
– Lat blóð og annað vatn seta frá, áðrenn leivdir frá fletting verða burturbeindar.
– Lat innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í vanligu bingjurnar.

Hitin í ovninum hjá IRF er vanliga um 1.000 stig. Fer hitin niður á 850 stig, viðførir tað dálkandi útlát í roykinum. Um heystið, tá ið nógvar vátar leivdir frá flettingini koma inn, kann tað verða trupult hjá IRF at halda ovnin nóg heitan, til tess at forða fyri dálkandi útláti. Vit heita tí á fólk, um at fylgja omanfyri nevndu vegleiðing, so vit í felag kunnu verja umhvørvið.

IRF

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00