Undirskrivað avtalu við Fjølrit

Mikudagin 3. oktober undirskrivaðu Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, og Atli K Petersen, formaður í Fjølrit, avtalu um nýtslu av vardum verkum. Orðingin í avtaluni er tann sama sum í rammuavtaluni, sum Fjølrit og Kommunufelagið komu ásamt um í juni í 2018. Við hesum kunnu skúlar, og aðrir undirvísingarstovnar í kommununi lógliga avrita vard verk til undirvísingarbrúk, um tørvur er á tí. Samtundis verður tryggjað, at upphavsrættarfólk fáa viðurlag fyri nýtslu av sínum verkum.
Avtalan við Fjølrit er galdandi frá 1. august 2018 til 1. august 2020.