Vælkomin í veitslu!

TVAZZ (Føroyar), Teater Insite (Svøríki) og Teatergrad (Danmark) fara nú rundferð í Føroyum við leikinum
Deyðadansurin 3.0

Vit gleða okkum at bjóða DEYÐADANSIN3.0 fram á eini rundferð í Føroyum í februar og mars 2019
Nýskrivað og nýtulkað í einum spennandi samstarvi millum føroyska leikbólkin TVAZZ, Teater Insite úr Svøríki og Teatergrad úr Danmark. Yvir 100 ára gamla klassikaranum eftir August Strindberg verður her borðreiddur sum matsjónleikur.
Alice og Edgar hava boðið 40 gestum til at feira sítt silvurbrúðleyp. 25 ár í viðgongd og mótgongd skal nú feirast við manér í bygdahúsinum, har Alice og Edgar – og Kurt sum toastmaster - taka ímóti teimum veitsluklæddu gestunum.

Deyðadansurin 3.0 er ein leikur, har markið millum veruleika og spæl, fortíð og nútíð spakuliga kámast. Ikki einans systkinabarnið Kurt verður vitni til ivasama kærleikan millum Edgar og Alice. Gestirnir sleppa at smakka beiska bitan av harðrenda hjúnalagnum og sum kvøldið lýður, lata okkara høvuðspersónar seg úr og avdúka eitt parlag, sum er gjøgnumsúrgað av beiskleika, vónbrotum, brostnum dreymum, lygnum og líðilangum aggi. Er nøkur vón fyri kærleikanum?
Hetta verður ein veitsla við øllum tí góða: Góður matur við 4 serveringum, drykkjum, dansi, røðum, felagssangi, umframt øllum tí óvæntaða, sum prutlar undir lokinum. Ein deyðadansur, sum seint fer í gloymibókina.

Matur og gávur
“Deyðadansurin 3.0” byrjar har, sum Strindberg endaði leikin. Hjá Strindberg spyr Edgar konuna Alice í endanum av leikinum, um tey skulu feira silvurbrúðleypið, sum verður um 3 mánaðir. Í 3.0 versjónini er avgerðin tikin og leikur byrjar við brúðarkransi, horntónum og snapsi í durinum.
Í innbjóðingini hava Alice og Edgar ynskt, at gestirnir ístaðin fyri eina gávu taka eitt grønmeti við, sum kokkurin undir síni kønu hond gandar til viðleikarar á borðinum við rættum so sum The Gift - Kunnleikans Træ - Síðsti Roykurin – Kødets Lyster...
Tað er svenski kokkurin Miia Suhonen, sum hevur sett veitsludøgurðan saman. Við støði í leikinum hevur hon tilevnað smakk og anga og hevur við matinum spunnið beinleiðis træðrir millum veitsludøgurðan og kensluborna dámin í sjónleikinum.

Norðurlendskt samstarv
Tey trý leikhúsini Teater Insite úr Svøríki, Teatergrad úr Danmark og Tvazz úr Føroyum hittust á Nordic Performing Arts Days, sum var hildin í Føroyum í 2016.
Frumframførslan av Dödsdansen 3.0 varð 22. November 2018 í Malmö og aftaná drúgva rundferð í øllum Skåne í novembur, desembur, januar og í Keypmannahavn í februar 2019 verður Deyðadansurin 3.0 loksins framførdur fyri føroyska áskoðaranum.
Framførslan verður framførd á donskum og svenskum kryddað við føroyskum strofum.

Framførslur í Føroyum:
27. februar í Skúlakantinuni í Vestmanna
28. februar í Royndarhúsinum í Nólsoy
1. mars í Sjónleikarhúsinum í Havn
2. mars í Norðurlandahúsinum, Havn
3. mars í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
4. mars í Skótahúsinum við Løkin
5. mars í Bygdahúsinum í Hósvík
7. mars á Seglloftinum í Tvøroyri


Forkunnug og intim leik uppliving
“Júst sum August Strindberg sjálvur eksperimenteraði við sínum naturalistisku royndum á Intima Teatern í Stockholm fyrst í seinastu øld, har hann kunngjørdi, ‘at sjónleikur skuldi upplivast sum veruleikin sjálvur’ og verða heilt tætt at áskoðaranum, soleiðis er eisini Deyðadansurin 3.0 ein sera intim, forkunnug, fyri ikki at siga eksklusiv og sansalig uppliving. At koma í eygnahædd við áskoðaran er nakað heilt serligt sum leikari. Vit, leikarar og gestir, koma so at siga at kennast gjøgnum kvøldið, vit práta saman, vit syngja, eta, dansa, vit liva hetta kvøldið saman – alt meðan kærleiksorrustan rullar seg út á gólvinum framman fyri okkum.”sigur Gunnvá Zachariasen, sum spælir leiklutin sum Alice

Deyðadansurin 3.0 er ein eksklusiv uppliving og einans fá atgongumerki eru til hvørju sýning. So áskoðarin skal verða skjót/ur at tryggja sær pláss til veitsluborðhaldið og klassiska Strindberg leikin. Atgongumerki verða einans seld í undansølu á www.atgongumerki.fo

Aldursmarkið er 16 ár+
Mál: Danskt, svenskt – og sindur føroyskt
Longd: Umleið 2 tímar og 15-30 minuttir (matur íroknaður)
Prísur: 300 kr. (matur íroknaður)

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00