Fleiri seta búgv í Streymnesi

Í hesum døgum standa fimm sethús í gerð í Streymnesi og fleiri stykkir eru umbiðin. Kommunan gjørdi fyri nøkrum árum síðani eina stóra útstykking har frammi í bygdini og hetta sæst nú aftur við at nógv byggivirksemi er.

Fyrr í ár fór fólkatalið í Sunda kommunu upp um 1800 fólk, sum er tað mesta nakrantíð. Sethús eru í gerð í fleiri bygdum og eisini er nýggj útstykking gjørd í Saksun. Kommunan fegnast um at fólk vilja seta búgv her í økinum.

Nógv grundstykkir vórðu seld í 2018, men enn eru nøkur stykkir eftir. Yvirlit yvir tøk grundstykkir í Sunda kommunu sæst her.

Myndir av byggivirksemi í Streymnesi síggjast her:

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00