Ítróttarfeløg lata dyrnar upp!

4. apríl verður Ítróttasamband Føroya 80 ár. Til tess at fejra hetta hevur ein fjøld av feløgum opið hús leygardagin 6. apríl 2019.

Eisini í Sundalagnum lata tvey av okkara fremstu feløgum dyrnar upp. Talan er um Sunda Byrsufelag og Sunda Judofelag.

Sunda Byrsufelag hevur opið í felagshúsinum við Norðskála frá kl. 14.00-17.00 har eggjað verður fólki at koma og royna leirdúgvuskjóting, undir vegleiðing av royndum skjótivegleiðarum.

Sunda Judofelag bjóðar inn til familju Judo í fimleikarhøllini í Skúlanum við Streymin frá kl. 16.00-17.00. Øll eru hjartaliga vælkomin til ein tíma á máttunum saman við okkara royndu venjarum. Aftaná verður ábit og okkurt leskandi.

Fyrsti formaðurin í ÍSF var Poul E. Petersen, lærari og ítróttaráðgevi. Hann var maðurin, sum tók stig til at savna fólk til ein fyrireikandi fund á Sjómansheiminum 16. august í 1938, har lógarreglur fyri ÍSF vórðu góðkendar.

Tann 4. apríl í 1939 var so stovnandi aðalfundur sama stað. Sjey feløg vóru vóru við á stovnandi aðalfundinum, HB, Havnar Fimleikafelag, Havnar Róðrarfelag, Neistin, SÍ, VB og EB. Í dag eru fleiri enn 120 feløg limir í sersambondunum í ÍSF.

Sunda kommuna ynskir ÍSF hjartaliga tilllukku við 80 ára stovningardegnum!

 

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00