Kend listafólk í Tjørnuvík

Seinastu vikurnar hava trý kend andlit búð í Listafólkabústaðnum í Tjørnuvík, talan er um Evu, Martijn og Floortje sum vitja fyri fjórðu ferð.

Tey hava haft verkætlanir í ymiskum skúlum runt um í landinum ígjøgnum Listaleypin. Eisini hava tey haft eitt kvøld saman við teimum ungu í Garnhúsinum á Oyri. 

Seinasta sunnudag bjóðaðu tey øllum tjørnuvíkingum inn til forkunnga myndaframsýning í Listafólkabústaðnum. Niðanfyri síggjast myndir frá framsýningini og kvøldinum í Garnhúsinum.

Tað var í 2014, at Sunda kommuna gjørdi gamla skúlan í Tjørnuvík um til Listafólkabústað. og sigast má, at hetta hevur verið sólskinssøga. Kommunan samstarvar við LISA um útleigan av Listafólkabústaðnum. 

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00