 |
|
|
|
|
|
 |
Grundstykki
Stórur áhugi er at seta búgv í kommununi. Fermetraprísurin fyri nýggj grundstykki í Hósvík, Hvalvík, Streymnesi, Langasandi, Haldórsvík, Norðskála, Oyri og Oyrarbakka er ásettur at vera 200 kr. fyri fermeturin. Í Saksun, Tjørnuvík og við Gjógv er prísurin 180 kr. fermeturin.
Umsóknir um grundstykki skulu latast kommununi skrivliga.
Hesi grundstykki eru tøk: Í Haldórsvík 2 fyri 100,00 kr. fermeturin, og í Hvalvík eru 3 grundstykki tøk: Tey tvey kosta 80.000,00 kr. hvørt og tað triðja 86.805,00 kr. Við Norðskála eru 3 grundstykki tøk, ið kosta 135,00 kr. fyri fermeturin, og í Tjørnuvík eru 1 grundstykki tøkt fyri 180 kr. fermeturin.
Í Streymnesi eru 17 grundstykki tøk, ið kosta 200,00 kr. fyri fermeturin. Í Hósvík eru 7 grundstykki tøk, ið kosta 200,00 kr. fyri fermeturin.
Afturat prísinum fyri hvørt grundstykki verður roknað eitt serligt gjald, sum er fimm túsund krónur, til tær útreiðslur, ið standast av útgrevsti í kommununi.
Arbeitt verður við ætlanum um at leggja øki av til summarhús við Gjógv. Hesi øki vera til frítíðarhús burturav. Við tað at hetta er ein nýggjur táttur innan bygging í kommununi, fara serlig krøv at verða sett, bæði til bygging og øki, so henda bygging fer at órógva umhvørvið sum minst.
|
|
 |
|
 |
|
Kalendari
|
|
|
 |
|
Kunning
|
|
|
 |
|
|
|
|
|
|
|
 |
 |
|
 |
| Innrita
|
|