Um Sunda kommunu

Sunda kommuna fevnir um bygdirnar Hósvík, Streymnes, Hvalvík, Saksun, Langasand, Haldórsvík, Tjørnuvík, Oyri, Oyrarbakka, Norðskála og Gjógv. Í hesum bygdum búðu um ársskiftið 2009/2010 1656 fólk, og sum heild er fólkatalið í kommununi vaksandi. Sum ein partur av miðøkinum í landinum stendur kommunan sterk og flestu føroyingar munnu javnan ferðast um Streymin, har ein meginferðsluásin í landinum er.

Høvuðsætlanin við nýggju Sunda kommunu, ið varð skipað 1. januar 2005, er at styrka um støðuna hjá Sundalagnum í mun til landið sum heild, men eisini at finna saman við øðrum kommunum um samstarvsøki, har felags tøk skulu takast. Hetta kemur eitt nú til sjóndar innan skúlasamstarv og barnaverndarsamstarv. Sunda kommuna er limur í Føroya Kommunufelagi.

Sunda kommuna má metast sum eitt av vakstrarøkjunum í landinum. Her eru lutfalsliga nógv arbeiðspláss innan eitt nú fiskivinnuna, aling, ymisk handverk, handil, peningastovnar, eins og almennar stovnar, og kommunan vil gera sítt til, at hetta virksemið mennist og verður enn fjøltáttari, sum frá líður.

Eitt høvuðsmál er, at inntøkurnar hjá kommununi verða nýttar á ein munadyggan og skynsaman hátt, so mest møguligt fæst fyri hvørja skattakrónu. Skattaprosentið er í løtuni 21,5% og barnafrádrátturin er 5.000 kr fyri hvørt barnið upp til 18 ár.