Sunda Bókasavn
Bókasavnið í Skúlanum við Streymin hevur opið soleiðis:
Mik 14.00-20.00
T-postur: sundabokasavn@gmail.com
Bókavørður er Durita Joensen. Til ber at kunna seg nærri um, hvat tilfar, ið finst á bókasavninum, her.
Nevndin fyri bókasavnið skipar fyri tiltøkum á bókasavninum, sum venda sær til allar aldursbólkar.
Tá ið bókasavnið er opið, ber til at nýta kopimaskinuna og alnótina; tá skal gjaldast fyri nýtsluna.
Hesi tiltøk verða á Sunda bókasavni veturin 2018/2019:
- 12. - 18. november Norðurlendsk bókasavnsvika - lýst verður á facebook við nær upplestrar verða.
- Mikudagin 21. november kl. 19.00-21.00 demens café
- 23. januar kl. 19.00 bindikafé fyri vaksin
- 24. januar kl. 19.00 Lesiringur - bókin "Den der lever stille"