Mentanardagar í september

Sunda Kommuna hevur seinnu árini lagt dent á, at ymisk mentanartilboð standa borgarunum í boði at njóta ávísar dagar á heysti í ymsum støðum í kommununi. 

Roynt verður at miða breitt, so nakað er fyri allar aldursbólkar og áhugamál. Hetta verður gjørt í teirri vón, at tiltøkini fáa góða móttøku, og at hetta gevur fyrireikarunum hug og dirvi at halda fram við enn fleiri tilboðum. 

Í kommununi eru góðir møguleikar at skipa fyri tiltøkum hjá feløgum og einstaklingum, ið hava hug til tess. Vit vóna, at kommunan kann hava ein virkan lut í hesum frameftir við at skapa karmar, ið øll hava gagn av, tí trivnaðurin hjá borgarunum er eitt av hjartamálunum hjá okkum. 

Mentanardagar 2018 verða í døgunum 13.september til 22. september. 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00