Skúlar og dagstovnatilboð

Skúlar
At útbúgva unga ættarliðið til eina framtíð, har kunnleikakrøvini støðugt økjast, er eitt týðandi endamál hjá fólkaskúlanum í dag. Samlaða næmingatalið liggur í Sunda kommunu liggur um 200.
Býráðið hevur samtykt at savna allar næmingar í kommununi frá 1. til 7. flokk í ein skúla, Skúlan við Streymin. Nýggi skúlin kemur at vera á Oyrarbakka. Tó koma 1-3 flokkur eisini at ganga í Hósvíkar skúla og í Hvalvíkar skúla.
Dagstovnar
Í kommununi eru tríggir nútímans dagstovnar og frítíðarskúli, ið nøkta ansingartørvin fyri øll børn í aldrinum 0 til 10 ár. Frítíðaransingin er sostatt eisini løgd til dagstovnarnar hjá kommununi.
Tað er eingin bíðilisti til barnaansing í Sunda kommunu. Øll kommunan er eitt upptøkuøki. Um ikki er pláss á einum dagsstovni, kann verða víst til ein annan dagsstovn í kommununi.
Søkt eigur at vera um pláss á dagsstovni í minsta lagi 1 mánaða áðrenn barnið skal byrja á stovni.
Allir dagstovnar hava opið mánadag til fríggjadag frá kl. 07.15 til 17.00. Tó hevur dagstovnurin við Kráir í Hvalvík opið frá kl.07.00 til 17.00.