Byggiloyvi

Tak niður umsóknarblað her

HETTA SKAL SENDAST VIÐ SKRIVLIGARI
UMSÓKN UM BYGGILOYVI

Sethús, tví- ella raðhús og vinnubygningar
Sum fylgiskjøl við umsóknini skulu vera hjáløgd fylgjandi:
·· Støðumynd, við ávísing av frástøðum til mørk, ikki minni enn 1:500
·· Mátsettar flatmyndir av øllum húsinum, (kjallara, stovu-, og loftshædd) við ávísingum
av roykvarnarum, rímingarleiðum og bjargingaropum, ikki minni enn 1:100
·· Málsettur tvørskurður, við planeringshæddum og tilfarslýsingum, ikki minni enn 1:50
·· Tekning av øllum útsíðum, ikki minni enn 1:100
·· Spillivatnsskipan inni og úti og aðrar tekniskar innleggingar (vatnveiting, el-veiting, telefon
og annað), ikki minni enn 1:100
·· Útrokning av byggistigi og nettonýtslustigi á hjálagda oyðublað.
·· Tøl fyri orkunýtslu sambært bygningskunngerð 2017 á hjálagda oyðublað.


Onnur bygging
Fyri aðra bygging, so sum hjall, úthús, bilhús og bilskýli skulu vera hjálagdar hesar tekningar:
·· Støðumynd, ikki minni enn 1:500
·· Málsettar flatmyndir av tí, ið verður bygt, í minsta lagi 1:100
·· Málsettur tvørskurur við tilfarslýsingum, í minsta lagi 1:50
·· Tekning av øllum útsíðum, í minsta lagi 1:100

Um tað bygda verður upphitað til meiri enn 5 °C, skulu tøl fyri orkunýtsluna sambært
bygningskunngerð 2017 upplýsast á hjálagda oyðublað.
Útrokningar av tølum fyri orkunýtslu skulu gerast við forritum, ið eru útgivin av Statens
Byggeforskningsinstitut SBI: Be10 ella Be15. Kommunan góðtekur ikki útrokningar av
orkutølum, ið eru gjørdar við grundarlagi í forritum frá veitarum.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00