Tíðindi

Søkt verður eftir terapeutum til VEKS

11.01.2024

Søkt verður eftir:

  • 2 fysioterapeutum í fast starv
  • 1 ergoterapeuti í fast starv
  • 1 ergoterapeuti - farloyvisstarv til tann 31/10-2024

til nýggja terapeutiska toymið hjá VEKS.

Starvsbrøkur 1,0 ella eftir nærri avtalu.

Sum partur av nýstovnaða terapeutiska toyminum hjá VEKS hevur tú tilvísing til terapeutiska leiðaran. Toymið er í løtuni mannað við einum fysioterapeuti, sum leiðara, einum ergoterapeuti og einum hjálparfólki.

Endamál

Terapeutiska toymið hevur m.a. til endamáls, at borgarar 67+ í VEKS:

  • Verða møttir, har tey eru á lívsleið síni.
  • Í mesta mun varðveita lívsgóðsku sína.
  • Verða stimbrað likamliga, sálarliga og sosialt.
  • Varðveita eini góð og innihaldsrík ellisár heima.
  • Fáa neyðugu endurvenjing og endurmenning.

Arbeiðsuppgávur:

  • At veita terapeutiskar tænastur og ráðgeving til borgarar og starvsfelagar.
  • At viðvirka til trivna og fakliga menning.
  • At samstarva í einum tvørfakligum umhvørvi.

Sum partur av nýstovnaða terapeutiska toyminum, fært tú møguleika at seta dám á tilboðini, VEKS fer at bjóða borgarum sínum.

Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar og persónligar avbjóðingar, har tú bæði kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við m.a. leiðslu, starvsfólk, borgarar og avvarðandi.

Førleikakrøv:

  • Prógv og góðkenning sum fysio- ella ergoterapeutur.
  • Góð samskiftisevni – bæði skriftliga og munnliga.
  • KT- førleika á brúkarastøði.
  • Síggja møguleikar í broytingum, borgarum og starvsfólki at gagni

Setanarviðurskifti:

Starvið verður at seta pr. 1. feb. 2024 ella eftir nærri avtalu, og verður lønt smb. sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya/Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn:

Umsókn saman við prógvum, góðkenning, og CV skulu sendast til veks@veks.fo og viðmerkjast “Terapeutur í VEKS”.

Umsóknarfreistin er hósdagin tann 25. jan 2024 klokkan 12.                                                    

Samrøður verða í viku 4-5 ella eftir nærri avtalu.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Saritu V. Vesturtún, leiðara tlf. 793244,  ella við telduposti til veks@veks.fo.

VEKS ynskir at veita somu tænastur til sama tørv. VEKS veitir tænastur til borgaran eftir einum samskipaðum leisti (integreraðari skipan), har ymisku tænastueindirnar skulu virka í samljóð hvør við aðra.

Meira kunning um VEKS sæst á heimasíðu okkara her

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg