Tíðindi

ÚTSETT - Sunda kommuna bjóðar aftur vinnuni til morgundrekka

15.05.2024

Vegna verkfall er morgundrekka útsett. Meira kunning kemur seinni.

Endmálið við fundinum er at styrkja samskiftið við lokala vinnulívið. Vit vilja millum annað fegin hoyra eitt sindur um hvørjar avbjóðingar, ætlanir og tankar tit ganga við, og samstundis eisini kunna um hvat kommunan arbeiðir við á vinnu- og umhvørvisøkinum.

Serliga á skrá til hendan fundin er, hvussu eru sjálvstøðug vinnurekandi stillaði í mun til barnsburðarfarloyvi, arbeiðsloysi og sjúkradagpengar.

Birna Tausen frá Barsilsskipanini, Sylvia í Køk frá ALS og Palli Mortensen frá Almannaverkinum fara at greiða okkum frá hesum.

Vit vóna, at tú/tit hava hug og møguleika at luttaka til eitt óformelt og hugnaligt vinnuprát. Gott hevði verið um tú/tit boða frá á susanna@sunda.fo í seinasta lagi mánadagin 13. mai.

Fyri at fáa pláss fyri so nógvum vinnufeløgum sum gjørligt, hava vit avmarkað luttøkuna til í mesta lagi tvey fólk frá hvørjari fyritøku. 

Seinastu tíðindi

16
mai
Kliniskur Sjúkrarøktar­frøð­ingur til Heimatænastuna í VEKS
16
mai
Røktarstarvs­fólk til Heimið á Grønanesi, Vestmanna
16
mai
Umhvørvisplássið við Streymin
15
mai
ÚTSETT - Sunda kommuna bjóðar aftur vinnuni til morgundrekka
14
mai
Ruddingardagu­rin útsettur
10
mai
Ung í arbeiði 2024
06
mai
Bólkaleiðarar til ung í arbeiði 2024
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur